Gott veður men mjørkin kemur krúpandi

Eitt hátrýst mennist yvir Føroyum og gevur støðugt veður í fleiri dagar.

 

Í dag verður eitt lítið lot av ymsum ættum, turt og sólin sær. Hitin millum 8 og 12 stig. Í nátt verður lot til andøvsgul av eystri og suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar, men tíðum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður eitt lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sóglottar, men stundum skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar, tó mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til gul av landnyrðingi ella ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og møguliga sól. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 11 stig.

Svag til let skiftende, under 5 m/s. Noget skyet men stort set tørt. Temp. mellem 7 og 11 grader.