Alt týður uppá, at bæði fyrireikarar, tónleikarar og gestir fáa gleða av góðum veðri á G! Veðurmaðurin hjá Sosialinum spáar turt og sólglottar líka til sunnudagin Veðrið undir G! festivalinum í Syðrugøtu var gott í fjør, og tað sama sær út til at gera seg galdandi í ár.
Veðurmaðurin, sum hvønn dag skrivar um veðrið á baksíðuni í Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, spáar rættiliga gott veður eftir føroyskum mátistokki.
Í dag og í morgin kunnu gestirnir rokna við turrun veðri við sólglottum, men møguligum mjørkaflókum. Ættin er vestan, og hitin verður 14 til 18 stig.
Leygardagin bjóðar upp á fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin verður millum 15 og 18 stig.
Sunnudagin kemur eitt stívt andøvsgul av landnyrðingi, men tað verður eisini turt við sólglottum, og hitin fer at liggja milllum 12 og 16 stig.
Sostatt sær út til, at veðurgudarnir hava gjørt teirr arbeiði, so nú er tað upp til tey tvíbeintu at syrgja fyri, at G! festalurin aftur í ár fer at eydnast væl.