Gott val hjá smærru bygdunum

Tær smærru bygdirnar stóðu seg rættiliga væl við kommunuvalið í gjár. Í fleiri bygdum gjørdust valevni úr teimum smærru bygdunum toppskorarar –í Vatnsoyrum, Lamba, Leynum og Lopra. Aðrar bygdir so sum Gjógv, Selatrað, Dalur og Válur fingu umboð í kommunustýrini

Lokalt: Skal nakar persónur takast burtur úr hesi mongdini, má tað vera Magnus Rasmussen úr Lamba.

Sum ein politisk komét, ið stillaði upp á fyrsta sinni, fekk hann flestar atkvøður í Runavíkar kommunu, hóast hann skuldi kappast við tríggjar av verandi býráðslimum.

Magnus Rasmussen fekk ikki færri enn 219 atkvøður, og er ikki óhugsandi, at hann kann gerast tann nýggi býráðsformaðurin í triðstørstu kommunu okkara.

Við valið í Runavík varð gjørt eitt stórt taktiskt arbeiði fyri at fáa so breiða umboðan sum gjørligt. Sigast kann, at hetta eydnaðist til fulnar:

Í býráðnum, sum tekur við á nýggjárinum, eru eisini umboð úr Rituvík og úr Søldarfirði. Á Skála stendur á jøvnum millum tvey av valevnunum, men greitt er kortini, at Skálafólk fáa sín mann valdan í Runavíkar býráð.



Úr øllum bygdum

Eisini í Sunda kommunu, ið kanska ikki telist millum tær allarstørstu kommunurnar í fólkatali men heldur í vídd, var talan um eina breiða umboðan.

Í nývalda bygdaráðnum eru umboð úr flestu bygdum í kommununi – millum annað úr Gjógv, Tjørnuvík, Norðskála og Oyri. Haraftrat kann nevnast, at tann nýggi borgarstjórin, Kim Durhuus er úr Hósvík og eftir ætlan verður Guðrið Samuelsen úr Haldórsvík varaborgarstjóri.

Í Tórshavnar Kommunu hendi eisini tað serstaka, at tvær av teimum smærru bygdunum fingu umboð vald.

Serligur spenningur var í Kollafirði, har Vagnur Johannesen vantaðu bert seks atkvøður í at verða valdur seinast. Hesaferð fekk hann eitt sera gott úrslit og varð valdur við 286 atkvøðum á fólkaflokslistanum.

Sama hendi á Velbastað, har Anfinn Brekkstein varð valdur sum einasta umboð fyri Sambandsflokkin við 262 atkvøðum. Eitt annað serstakt í hesum sambandi er, at hann var í síni tíð granni við eitt annað umboð í býráðnum, Marin Katrinu Frýdal sum nú býr í Havn og er vald í býráðið fyri Tjóðveldi.


Toppskorari úr Leynum

Í Klaksvík var stórur spenningur um valið, nú fíggjarliga støðan hevur víst seg at vera rættiliga vánalig.

Óhugsandi var ikki, at tað fór at enda við eini rættiliga stór útskifting og so varð. Ein av teimum afturvaldu var Atli Justinussen úr Árnafirði sum samanlagt fekk 130 atkvøður á fólkaflokslistanum. Hinvegin er ikki óhugsandi, at Trøllanes eisini fær sítt umboð í kommununa:

Í løtuni er Signhild Joensen nr. 3 á listanum, og fer Eyðgunn Samuelsen at velja løgtingið framum, kemur Signhild inn sum eykalimur á javnaðarlistanum.

Í Sjóvar kommunu eydnaðist tað fólkinum í vestastu bygdunum at fáa eitt umboð valt, nevniliga Súsannu Andreasen á Selatrað, sum fekk 62 atkvøður. Við undanfarna val hevði Kolbeinagjógv sítt umboð, men hesaferð stillaði Meinhard Jacobsen ikki uppaftur.

Sumbiar kommuna fevnir eisini um bygdirnar Lopra og Akrar. Her hendi tað, at Brynleif Bech úr Lopra gjørdist toppskorari við 40 atkvøðum.

At enda kann verða nevnt, at Soffi Egholm í Leynum gjørdist toppskorari við valið til Kvívíkar kommunu við 53 atkvøðum, og at Tórarin Didriksen av Válunum varð valdur við 37 atkvøðum.




- Eg vil hava nakað at henda


Miðvágur: - Eg trúgvi at fólk hava sett prís uppá, at eg eri ein typa sum vil hava nakað at henda!, sigur borgarstjórin í Miðvági.

Við hetta valið gjørdist hann nevniliga fyrstvaldur í teirri nýggju Vága kommunu, ið fevnir um bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág.

Tað serstaka við hesum er, at Jóhannes er búsitandi í minstu bygdini í kommununi, Vatnsoyrum, har tað bert búgva 56 fólk. Leggjast kann aftrat, at hann er ikki tann fyrsti borgarstjórin úr bygdini í teirri fyrrverandi Miðvágs kommunu.

Jóhannes Klein er heldur ikki tann einasti bygdaráðslimurin úr eini lítlari bygd, sum gjørdi eitt gott val í gjár. Fleiri dømi eru um hetta sama, og verður víst á tað aðrastaðni á síðuni.

- Í politikki haldi eg tað sum eg lovi, og royni altíð at arbeiða breitt og ikki taka ein ávísan bólk burturúr, sigur Johannes Klein, sum tó leggur dent á, at hann hevur eitt serligt hjarta fyri teimum ungu familjunum.

Hóast framúr góða valúrslitið, liggja stórar avbjóðingar fyri framman í nýggju kommununi. Ein av teimum av trupulleikin við flakavinnuni, sum millum annað hevur ført til at flakavirkið í Miðvági lat aftur tíðliga í summar og framvegis er afturlatið.

- Tað eru fleiri sum eru áhugaðir at keypa virkið. Men prísurin er enn so høgur, at tað tykist verða trupult hjá teimum at fáa tað at bera seg, slær borgarstjórin fast.

Hann sat annars sum vanligur bygdaráðslimur í bygdaráðnum, men tók við starvinum sum borgarstjóri í vár, tá undangongumaður hansara gjørdist sjúkur og segði starvið frá sær.