Hóast tað enn eru nakrir dagar eftir og nógv kann broytast til tað tíð, so benda veðurforsagnirnar á, at tað verður gott veður at skjóta rakettir upp gamlaárskvøld.
Neilagasta forsøgnin kemur frá danska veðurstovninum DMI. Haðani verður mett, at tað nýggjársaftan verður samdrigið og ælaveður, sum frá líður við vátaslettingi og kava. Vindstyrkin verður millum 10 og 15 m/s av norðri. Hitin verður millum frostmarkið og 3 hitastig.
YR.no er eitt sindur bjartskygdari. Norska veðurstovan boðar frá 13 m/s av norðri, klárt og turt. Hitin verður um 4 stig.
Ein annar norskur veðurstovnur, Storm.no, væntar 12 m/s av útnyrðingi norðan, samdrigið men turt og hitin um 3 stig.
Íslendska veðurstovan, belgingur.is, boðar eisini frá góðum rakettveðrið. Samdrigið, kanska okkurt æl, men 10 m/s av norðri og um 3 stig.