Gott ár hjá Vodafone

Vodafone boðaði fríggjadagin frá, at ársúrslitið fyri fjør var 6,6 millionir krónur eftir skatt og fíggjarpostar, og 8,8 mill­iónir eftir skatt og fíggj­ar­post­ar.

Leiðslan er sum vera man væl nøgd, og nú verður far­ið undir at gera enn fleiri ný­í­løg­ur.

– Tað hevur eydnast okk­um at skapa størri yvirskot, aft­ur í ár. Tað eri eg ótrúliga væl nøgd við, sigur Gudny Lang­gard, stjóri í Vodafone.

Úrslitið áðrenn fíggj­ar­post­ar og skatt er eitt avlop á 8,8 milliónir krónur. Tað eru 3,5 milliónir krónur betri enn ár­ið fyri, tá hædd verður tik­ið fyri ekstraordinerum við­ur­skift­um á 3,2 milliónir krónur í 2012, boðar Vodafone frá.

– Øll starvsfólkini hava ver­ið við til at bøta um árs­úr­sli­t­ið við at gera raksturin eff­ek­tivari og økja um søl­una. Teirra partur hevur ikki lig­ið eftir, og vit ætla at halda kós­ina í 2014, sigur Gudny Lang­gaard.

– Fyri Vodafone er av­gera­ndi, at kundarnir fáa nú­tímans tænastur. Hetta til fyr­i­muns fyri kapp­in­g­ar­støðu okkara og til gleði fyri kund­ar­nar, sigur Gudny Lang­gaard.

Leiðslan væntar, at úrs­litið í 2014 verður á sama støði sum í 2013. Leiðslan í Vodafone hevur merkt fram­gongd í fíggjarstøðuni í sam­fel­ag­num í 2013, men enn er iva­samt, um og í hvønn mun fram­gong­din er støðug.

Gudny Langgaard sigur, at aft­ur og aftur hava tey greitt frá tí neyðuga í, at fjar­skiftislóggávan verður dag­førd, so kappingin á fjar­skift­is­øki­num gerst javn­bjóð­is og virknari, alt til fyr­i­muns fyri kundarnar á før­oyska marknaðinum.

Henda boð­skap endurtekur fyritøkan í ár.

Fakta um Vodafone:
Navn: Vodafone (Kall pf.)
Tænastuøki: Heildarveitari innan
breiðband, fastnet og fartelefoni
Stovnað: 1999
Byrjað tænastur: 2001
Yvirskot fyrstu ferð: 2004
Eginogn: 36,1 mió.kr.
Javni: 68,1 mió.kr.
Solvensur: 52,9%
Langfreistað skuld: 1,8 mió.kr.
Starvsfólkatal: 33
Stjóri: Gudny Langgaard (síðani 2011)