Ein gjøgnumgongd av rokniskapunum hjá uml. 480 av gott 600 norskum fiskavirkjum tey seinastu árini, vísir, at 1998 var eitt sera gott ár hjá týdningarmiklum parti av vinnuni.
Bestu úrslitini vísti klipp-, turr- og saltfiskaframleiðarar, sum høvdu eitt avkast av samlaðum kapitali uppá 14 %. Klárt besta úrslitið høvdu turrfiskframleiðarar har avkastið varð 26 % í 1998. Aftaná teir vóru saltfiskaframleiðarar við einum miðal avkasti uppá uml 18 % .
Í flakaframleiðsluni øktist samlaða avkastið uppá kapitalin eisini nakað og var umleið 8 % í 1998.
Avkastið í miðal í øllum fiskiídnaðinum var uppá 10 % í 1998 ella ein øking uppá 1,5 % frá árinum fyri.
Hetta er yvir miðal samanborið við annan norskan ídna tey seinastu árini, har avkastið hevur ligið millum 8-9 %.
Í tølum er yvirskotið hjá 80 % av norsku fiskavirkjunum eftir skatt økt frá 298 mill. kr í 1997 til til 444 millónir kr í 1998
(Kelda: Fiskeriforskning/Vinnuhúsið)










