Gott ár hjá Atlantsflog

Á 15 ára degnum hjá Atlantsflogi leggur nevndin næstbesta roknskapin nakrantíð hjá flofelagnum fram

Flogferðsla

Flogvøllurin:Árið í fjør royndist væl hjá Atlantsflogi. 12 milliónir lupu av, sigur nevndin, sum legði roknskapin fram í gjár.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at hóast framgongdin í umsetninginum einans var eitt prosent í mun til árið fyri, gjørdist yvirkskotið hjá felagnum 18 prosent størri.
Eginognin hjá Atlantsflogi er 105 milliónir krónur, og felagið er nú væl fyri, sigur stjórin. Langfreistað skuld er 100 miliónir, og slakar 70 milliónir krónur liggja á kistubotninum.
Hóast einki oljuvirksemi var í Føroyum í fjør, sum Atlantsflog hevði sett ávísar vónir til, og flogferðslan úti í heimi er í djúpari kreppu, metir nevnd og stjórn í Atlantsflogi úrslitið nøktandi, sigur stjórin.
Tað eru seliga tvey ting, sum Magni Arge, stjóri, metir sum grundarlag undir góðu gongdini hjá felagnum. Tey eru trúgvu viðskiftafólkini og fúsu starvsfólkini hjá felagnum, sum ikki fara av vegnum fyri at taka eitt tak.