Seinasti dagur við Múrin er í dag, og hóast tær stóru fólkamongdirnar ikki eru at fáa eyga á, rungar tónleikurin og góður hýrur er á teimum møttu gestunum.
- Tað hevði sjálvandi verið betri, um eg hevði vunnið kappingina at sleppa á pall við Signari í Homrum, men veðrið hevur verið so gott sum eitt føroyskt summar kann bjóða og lagið hevur verið gott! Kirkjubøur er nokk mest upplagda staðið at hava ein festival í Føroyum, so vónandi veksur festivalurin í vavi, sigur Steinar Patursson, sum hevur leitað sær til Kirkjubøar.
Í kvøld vera tað fólkakæri Kári P., Nalja og Terji og Føstufressar sum upptraðka á stóra pallinum áðrenn Hitmenn runda festivalin av seint í nátt.










