Gott lag handan pallin

Tónleikarar, áhoyrarar og fyriskiparar vóru ørkymlaðir á Summarfestivalinum, tá vit seinnapartin leygardag vóru back stage

Sosialurin var handan pallin á Summarfestivalinum, back stage í Atlantis, seinnapartin leygardagin, tá útipallarnir vóru latnir aftur, har sótu tónleikarar og bíðaðu eftir boðum. Hóast óvissuna, vóru tey ikki ónøgd. Øll skiltu, at umstøðurnar vóru heilt óvanligar, og at fyrireikararnir tí máttu taka neyðugu stigini.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at eg ikki sleppi at spæla. Men sjálvandi mugu fyrireikararnir taka útlendsku gestirnar framum. Tey eru komin higar við flogfari, og áhoyrararnir eru komnir fyri at hoyra tey. Okkum føroyingar kunnu tey hoyra eina aðra ferð, segði ein positiv Jensina Olsen, júst eftir at hon hevði frætt, at hennara konsert var avlýst.

- Her er sera gott skil í. Vit hava fingið kontraktir frammanundan, so tí er ongin, sum verður ótryggur av hesum her. Øll eru sera positiv og taka tað pent. Tey flenna bara og taka tað, sum tað kemur, segði hon.

Lagið handan pallin var fínt, og í staðin fyri at spæla fingu tónleikararnar sær ein bita, ein kaffimunn ella eina øl.