Páll Guðlaugsson og TB fingu rættuliga um endan, tá ið teir fyri tveimum vikum síðani vunnu 3-2 í Klaksvík. Nú eiga teir 07Vestur í Sørvági. Um tað eydnast TB at vinna, so verða sannlíkindini fyri at lyfta sær upp um strikuna stór. Soleiðis verður tað, um KÍ einki fær til hús við sær úr Runavík.
TB hevur ikki góð minni úr Sørvági frá fyrr í ár. Í 2. umfari vann 07Vestur fyrsta innanhýsis dystin millum hesi bæði í ár 4-1, og TB spælararnir hava so ofta síðani tikið til, at hetta er størsta avhølvingin, sum teir í ár hava lagt rygg til.
Í gjár vann næstbesta liðið sannførandi 5-2 heimasigur á teimum næstbestu hjá Víkingi. TB lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna, og á Tvøroyri vóna tey, at tað fer at ganga besta liðnum á sama hátt, sum tað í gjár gjørdi hjá næstbesta liðnum.
Hjá 07Vestur er verjukendi miðvallarin Eli Falkvard Nielsen leikbannaður. Stigatalvan sigur, at tað sær svart út, og um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti TB má 07Vestur metast at vera fokið, hóast tað framvegis vera átjan stig eftir at spæla um hjá vágamonnum.
07Vestur-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00










