Niðurstøðan í greinini er, at tað lønar seg betur fíggjarliga at lesa í Danmark heldur enn í Føroyum. Ein føroyingur, ið lesur í Danmark kann, útyvir sín lestrarstuðul fáa ein sokallaðan FR-frádrátt, har man sum lesandi kann forvinna 71.000 skattafríar krónur um árið. Harumframt fær viðkomandi 30.000 í botnfrádrátti, um man velur at arbeiða í Føroyum í sínari summarferiu. Ein lesandi í Føroyum fær ongan FR-frádrátt, men bert 30.000 í botnfrádrátti og sjálvsagt lestrarstuðul, ið somuleiðis er væl minni enn tann danski. Vit vita, at mong eru tey, ið verða noydd at vera eftir í Føroyum, tí tey hava børn og familju, og at straffa tey eyka hart gevur als onga meining. Somuleiðis er tað sera trupult hjá einum einligum forsyrgjara at fáa endarnar at røkka saman. Her røkkur ein hækkaður lestrarstuðul ikki serliga langt.
Kappingin um tey lesandi er hørð frammanundan, men at vit, sum tóna politiska landslagið, beinleiðis eru við til at eggja fólki av landinum kann ikki vera rætt. I løgmansrøðuni stendur, at “Vit skulu syrgja fyri, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt hjá okkara ungdómi at flyta heimaftur. Til tess krevst, at vit duga betur at lurta eftir teirra ynskjum og vónum”. Eitt fyrsta stig hjá løgmanni, landsstýri og løgtingi er lurta eftir teimum ungu, tey sum mynda tey politisku ungmannafeløgini, sum vita hvørjir batar kunnu gerast fyri at javnstilla møguleikarnar og tey fíggjarligu viðurskiftini landanna millum. Vit fegnast sjálvsagt um, at FR-frádrátturin hjá føroyskum lesandi í Danmark er varðveittur, eg eri ein teirra, sum í síni tíð fekk gleði av hesum frádrátti, men vit verða noydd at seta skipanir í verk í Føroyum, sum eru ájavnt teimum donsku, tí kappingin um tey lesandi er hørð frammanundan, tí úrvali av lestrarmøguleikum í Føroyum er avmarkað. Í vikuni frættu vit eisini, at danska stjórnin hevur júst stungið ætlan út í kortið, at ístaðin fyri at 5. hvør tekur eina hægri úbúgving í Danmark, skal talið verða 4. hvør. Vit mugu taka hesa kapping upp bæði við at hugsa radikalt øðrvísi við okkara útbúgvingarpolitikki, og sanniliga verða vit noydd at fyrihalda okkum til teir fíggjarligu ójavnar, ið eru landanna millum, hvat viðvíkur teimum lesandi. Tað er gott hjá einum lesandi at arbeiða víð síðuna av lesnaðinum, bæði hvat viðvíkur royndum, men eisini fyri ikki at skula tyngjast við lestrarlánum og øðrum lánum eftir loknan lestur. Vit skulu á øllum stigum gera tað meira lønsamt at arbeiða í Føroyum, eisini fyri tey lesandi. Tí er tað kærkomið, at uppskot um batar koma frá teimum ungu, í hesum føri Hanus Samró, formanni fyri HUXA, og skulu hægri útbúgvingar hava lívið lagað í Føroyum er tað neyðugt at vit lurta eftir teimum ungu, tað er tey sum í síðsta enda seta krøvini.










