Gott humor ger meg í góðum lag

– Fólk sum hava góðan humor gera meg í góðum lag, sigur Anna Østerø, kokkur

– Fólk sum hava góðan humor gera meg í góðum lag, sigur Anna Østerø, kokkur

 

Lýs teg sjálva við trimum orðum:

Ótolin, álítandi og glað

 

Hvat merki er bilur tín?

Ford Fiesta

 

Hvat merki er telefon tín?

Iphone 4s

 

Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?

Tá vit øll familjan við maka og børnum vóru í Turkalandi í ár, tað var heilt fantastiskt J

 

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?

Vit koyra. Service á borð (og so nr. á borðinum)

 

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?

Tað man vera alt an uppá, hvønn veg hann vendur, er tað aftan, so er tað reyvin, og er tað framman, so er tað eitt elivator chekk ;)

 

Hvat ger teg í góðum lag?

Fólk sum hava góðan humor og gera alt fyri at onnur skulla flenna J

 

Hvat stressar teg?

At alt ikki gongur soleiðis, sum eg ætli

 

Hvør er tín yndisrættur?

Eri alt etandi, tíanverri J men skal eg velja okkurt burtur úr so er tað: Knettir, lippur og kjálkar og alt frá slaktinum so sum, seyðarhøvd, blóðpylsa, hjørtur, nýrur, speril osv

 

Hvat gleðir teg?

At eg havi eitt fantastiskt arbeiði, tak yvir høvdið, og ein sjeik sum klárar at halda meg út ;)

 

Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?

Tað minnist eg tíanverri ikki, er tað okkurt eg ynski mær, so geri eg ofta alt fyri, at tað verður uppfylt skjótast gjørligt

 

Hvar arbeiðir tú?

Kokkur á Barbara Fish House

 

Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki?

Eg havi altíð ætla mær at blíva kokkur.

Síðani eg var heilt lítil, havi eg altíð skula blandað meg uppí alt, sum mamma gjørdi í køkinum.

Eg minnist, at eg stóð á eini fimm liturs reyðkálsspann í spískamarinum, so eg rakk upp á borðið.

Giti at mamma er glað fyri tað í dag, at hon lat meg svansa, stoyta og órudda alt til ;)

 

Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum?

Har eru øgiligani nógvar stuttligar hendingar, meirilutin er ikki borðbart ;)

 

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Elvis Presley, Queen og annars gamlan rock tónleik

 

Hvat er besta uppfinningin og hví?

Vit duga so væl at taka alt, sum vit hava fyri givið, at vit koma ikki í tankar um, hvat mangla fyrr enn vit ikki hava tað, t.d tá streymurin fer ;)

 

Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?

Bilurin, annars øll køkstingini, sum eg havi keypt gjørnum árini

 

Hvat er títt besta heimaráð?

Tygg áðrenn tú svølgir matin

 

Hevur tú nakað húsdjór?

Nei

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?

Betalt bilin hjá mær út og keypt sjeikinum ein nýggja bil

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?

Keypt mær eini nýggj hús (við stórum køki) bjóðað allari familjuni til ein betri bita og koyrt restina í bankan

 

Hvat er best við Føroyum og hví?

Tað er heilt avgjørt tann fríska luftin, sum vit hava her, tað er balsam fyri sálina

 

Hvar ert tú um 10 ár?

Trúgvi ikki eg eri farin serligani langt ;)