»Gott hjá børnunum at sleppa at møtast og spæla saman«

Inni á Margarinfabrikkini er hvønn mána-, týs- og hósmorgun spælistova. Tað er fyri lítil børn og foreldur teirra at møtast og spæla saman.
Har møttu vit Sunrid í Gong, sum var har saman við soninum, Silasi, sum er 22 mánaðir gamal

Plagar tú ofta at vera her?
- Sonurin plagar at vera her saman við ommuni. Hetta er fyrstu ferð eg eri her.

Tú er upp á vegin, hevur tú frí nú ella?
- Eg havi ein mánað eftir, so skjótt fái eg frí.

Hvussu ber tað til, at Silas plagar at vera her?
- Vit fluttu úr Hósvík til Havnar í september í fjør og hava ikki fingið nakað pláss á vøggustovu fyrrenn í august í ár.

Hvat dámar tær Spælistovuna?
- Tað er fínasta slag, gott hjá børnunum at koma út at spæla við onnur børn.

Hvørjum vil tú heilsa?
- Eg vil senda eina heilsan til ommuna og abban hjá Silasi og mostrarnar og mammubeiggjan.