Eitt brúgvalag beint vestan fyri Føroyar liggur í stað og eitt rák av suðri liggur yvir oyggjunum. Seinast í vikuni væntast eitt djúpt lágtrýst at nærkast Føroyum av útsynningi.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sólglottar, men okkurt æl. Seinnapartin hækkar hann í ein landnyrðing og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, tað klárar í og sum frá líður slítur í. Hitin millum 3 og 7 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum makar í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 6 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 5 hitastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum slær í ein eystan og landnyrðing, um kvøldið øtlar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar og um náttina skýggjað og regn. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 5 hitastig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Um kvøldið makar hann vindin eitt stutt skifti, av ymsum ættum, men um náttina øtlar hann aftur vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina um 5 stig.
Sunnudagin
Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Ælaveður og onkrir sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.