Sveinur Tróndarson
Nettosølan fyri fyrra hálvár 2000 vaks við átta prosentum úr 106 milliónum upp í 114 milliónir. Vøksturin stavar serliga frá øktum virksemi innan fartelefoni og internetnýtslu, samstundis sum vørusølan er økt. Harafturímóti eru inntøkurnar av fastnettelefoni minkaðar orsakað av takstirnir eru lækkaðir.
Tað var tann 1. februar í ár, at Føroya Tele lækkaði takstirnar fyri vanligar telefonsamrøður. Áðrenn kostaði tað 70 oyru um minurrin at ringja um dagin og 35 oyru um náttina. Nú kostar tað 38 oyru um minuttin um dagin og 24 oyru um minuttin um kvøldið.
Takstlækkingin hevur sjálvsagt við sær færri inntøkur og tá fyrra hálvár var farið, vóru um fimm milliónir krónur minni komnar í kassan fyri vanliga telefoni.
Fyrra hálvár hevur Føroya Tele goldið 13 milliónir í avdráttum av lánum. Samanlagda lániskuldin hjá Føroya Tele er nú 127 milliónir móti 140 milliónum við ársbyrjan í ár. Men við stóra íløgutørvinum, sum er fyri framman í huga, so er tað alneyðugt fyri fyritøkuna at minka um skuldina. Andras Róin, stjóri, segði við Sosialin fyrr í hesum mánaðinum, at íløgur fyri umleið eina milliard liggja fyri framman, so tí ræður um, at fáa skuldina niður sum skjótast.
Eginpeningurin hjá Føroya Tele økist við umleið 15 milliónum og er nú 142 milliónir krónur.
Hálvársúrslitið og gongdin higartil hava við sær, at leiðslan fyri Føroya Tele væntar at ársúrslitið verður gott, skrivar stjórin í tíðindaskrivinum.