Í nógv ár hevur Kári Mortensen verið millum fremstu leikararnar her á landi, og hóast hann nú er vorðin 45 ár, so er hann framvegis ein av týdningarmestu leikarunum á neistaliðnum, sum hetta kappingarárið er partur av gullstríðnum í bestu mansdeldini.
Eftir dystin hittu vit Kára, og spurdu vit hann, hvat hann helt um avrikið hjá føroyska liðnum.
Spennandi tilfar
Fyrrverandi landsliðsleikarin helt, at munurin millum liðini bæði var rættuliga stórur hendan fyrsta dystin.
- Ta einu løtuna kundi ein kanska verið bangin fyri, at munurin fór at gerast ov stórur, men tíbetur komu grønlendingar við aftur í dystin, helt Kári.
Eisini helt hann, at tað var rættuliga stórur munur á spælinum, sum tey bæði liðini sýndu.
- Grønlendingarnir leiktu nógv skjótari og meira tekniskan hondbólt enn okkara menn, sum í nogv størri mun spældu upp á skot- og kropsliga styrki.
Annars helt hann sjálvsagt, at tað var at frøast um, at vit aftur høvdu eitt A-landslið, og hann ásannaði eisini, at tilfarið á liðnum sá spennandi út. Serliga tá lági aldurin verður havdur í huga.