Hálvársúrslitið fyri 2013 hjá Trygd er betri enn í fjør.
- Eitt samanfall av færri skaðum, serliga orsakað av sera góðum veðrið í vetur, og ein økt tilgongd av kundum ger, at vit hava eitt nøktandi úrslit fyri fyrra hálvár 2013.”, sigur Janus Thomsen, stjóri.
Hann leggur afturat, at økta sølan av bilum eisini sæst aftur í úrslitinum.
- Sølan av nýggjum bilum hevur verið vaksandi seinastu árini, og fyrra hálvár í ár hevur ikki verið nakað undantak, tí nógvir nýggir bilar verða seldir, og harvið eisini tryggjaðir, og tað síggja vit aftur í úrslitinum, sigur Janus Thomsen.
Úrslitið fyri fyrra hálvár í 2013 hjá Trygd gjørdist 13,3 mió. kr. í yvirskoti fyri skatt, í mun til 10,2 mió. kr. fyri skatt í 2012. Talan er um eina øking á 3,1 mió. kr.
Eftir skatt var hálvársúrslitið 10,8 mió. kr. í 2013 samanborið við 8,4 mió. kr. í 2012.
Tryggingartekniska úrslitið var 13,2 mió. kr. fyrra hálvár í 2013 samanborið við 9,1 mió. kr. sama tíðarskeið í 2012.
Leiðslan er væl nøgd við úrslitið.
Í fyrru hálvu av 2013 hevur skaðagongdin í síni heild verið jalig, hóast einstakir stórir skaðar ávirka úrslitið skeiva vegin.
Bruttoskaðaendurgjøldini vóru 20,9 mió. kr. fyrra hálvár 2013. Til samanberingar vóru hesar útreiðslur 24,9 mió. kr. fyrra hálvár 2012.
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu 2,1 mió. kr. fyrra hálvár 2013 og vóru til samans 44,6 mió. kr., í mun til 42,5 mió. kr. fyrra hálvár 2012.
Hækkingin er 4,8% og stavar frá vøkstri á bæði privata og vinnuliga marknaðinum.
Hóast fyrra hálvár eydnaðist væl, væntar Trygd ikki at seinna hálvár verður eins gott.
Í mai valdi Trygd at lækka kostnaðin fyri Akfars-, Sethúsa- og Innbústryggingarnar við 20% galandi frá 1. juli, og kemur tað sjálvsagt at síggjast aftur í ársúrslitinum fyri 2013. Harumframt kann ikki roknast við at veturin í seinnu hálvu verður eins góður og veturin í fyrru hálvu.
Tískil væntar Trygd, at ársúrslitið fyri 2013 verður uml. 10 – 12 mió. kr.
Eginognin hjá Trygd var tann 30. juni í 2013 98,8 mió. kr.