Gott fótbóltslag í Fuglafirði

ÍF vann sannførandi, og Lakjubrøðurnir í álopinum skoraðu øll málini heima á Sandi

 

Løgmanssteyp


Fuglfirðingar vita væl, at teirra møguleiki at vinna løgmanssteypið er rættuliga lítil. Men Pauli Jarnskor tykist hava megnað at pota treiskni og viljan at vinna, sum altíð hevur eyðkent gøtumenn, niður í teir.

Eftir tepur tap á heimavølli ímóti B68 og KÍ var ÍF leygardagin á Sandi og spældi ímóti triðja 1. deildarliðnum í bólkinum. ÍF var nógv tað betra liðið. Avrikið og 3?0 sigurin benda á, at longu frammanundan landskappingini er ÍF eitt fínt boð upp á uppflyting. Í 3?4?3 uppstilling hekk tað væl saman, og tá tað eydnast, økist sjálvsálitið, og tað gerst uppaftur betur.

Ikki minst á útivølli er tað av stórum týdningi at hava álopsspælarar, sum megna at halda upp á bóltin og at gera nakað við hann. Soleiðis var tað hjá ÍF á Sandi. Høgni á Lakjuni, Heini Heinason og serliga Bárður á Lakjuni vóru alla tíðina vandamiklir og dusaðu sær í B71 verjuni, sum hevði stórar trupulleikar við at halda tætt.

Kári Reynheim vil hava B71 at spæla við flatari verju. Fleiri føroysk lið hava undanfarin ár brent seg av hesum (men ikki øll) og hava aftur broytt spælskipan. Verjuavrikið hjá B71 leygardagin bendi á, at tað skal ganga skjótt við at innarbeiða fløtu verjuna, um hon ikki skal kosta nógv í landskappingini.

Heldur ikki á álopspartinum var nógv bit í B71. Eli Hentze gjørdi nyttu á sentrala miðvøllinum, men teir saknaðu hann heilt har frammi.


Málini

Fuglfirðingar vóru ikki heilt nøgdir, tá linjuverjin kolldømdi eitt mál, sum Bárður á Lakjuni skoraði eftir horna. Hjálpardómarin metti, at Torstein Joensen hevði ávirkan á sýnið hjá málverjanum.

Men tá góður hálvur tími var farin, var eingin slingur í valsinum hjá Bárðuri á Lakjuni. Eftir horna, út frá og innlegg frá beiggjanum, Høgna, tamdi Bárður á brotsteigarmarkinum við bringuni, áðrenn hann legði seg afturav og saksisparkaði bóltin upp í málhornið. Eitt evni til ársins mál!

Eitt korter inn í 2. hálvleik var aftur galið hjá B71. Roy Róin fangaði bóltin í B71 uppspæli á teirra egnu hálvu. B71 liðið var á veg fram, Bárður á Lakjuni var skjótt leysur í brotsteiginum, og hóast vinkulin í vinstru var eitt sindur spískur, so megnaði hann at skora við nærra stólpa.

Høgni á Lakjuni staðfesti sigurin. Eyðun Rygshamar legði innfyri úr høgru, og Høgni var lesur í fimm metrinum við nærra stólpan. jh


B71: Valdemar Nowisci ? Svenning W. Hansen, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen, Hans Meinhard Midjord ? Bjørn Thorsteinsson, Julian Floresco, Eli Hentze, Hans Jørgen Djurhuus ? Jón Brekku, Bárður Bærentsen

ÍF: Ken Bærentsen ? Viggo Johannesen, Torstein Joensen, Tomek ? Eyðun Rygshamar, Eyðolvur R. Petersen, Roy Róin, Mortan Thomsen ? Høgni á Lakjuni, Heini Heinason, Bárður á Lakjuni