Gott føroyskt umfar í Íslandi

Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og FH eru á meistarakós, og Sonni Ragnar Nattestad og Fylkir eru bert eitt stig frá bjarging

Gunnar Nielsen vardi málið og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk næstan allan seinna hálvleik á vøllinum, tá oddauppgerð var millum FH og Breiðablik á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. 1.867 áskoðarar sóu liðini spæla javnleik 1-1, sum merkir, at munirin millum liðini bæði er tann sami, FH er sjey frammanfyri Breiðablik, og er á odda í pepsideildini við 38 stigum. Breiðablik, Fjølnir og Valur hava øll 31 stig. Bert 12 stig eru eftir at spæla um, so Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir kunnu avgera alt sjálvir.

 

Í dystinum í dag legði Árni Vilhjálmsson Breiðablik á odda 1-0, tá 32 minuttir vóru farnir. Árni Vilhjálmsson var spældur fríur í brotsteiginum hjá FH, og hann var ósvikaliga tryggur, og skoraði til 1-0. Tað gekk tó ikki meir enn ein minuttur, so hevði Kristján Flóki Finnbogason javnað fyri FH til 1-1, sum gjørdist seinasta málið í dystinum. Kaj Leo í Bartalsstovu hevði nakrar royndir á málið hjá Breiðablik. Morgunblaðið skrivar, at talan var um ein góðan dyst millum tvey góð lið.

 

Sonni Ragnar Nattestad var við frá byrjan, tá lið hansara Fylkir á Floridana leikvøllinum í Reykjavík frammanfyri 942 áskoðarum vann ein sera týðandi 2-1 sigur á Víkingi Ólafsfirði. José Sito Seoane legði Fylkir á odda, tá bert átta minutti vóru leiktir. Tá 63 minuttir vóru farnir økti Arnar Bragi Bergsson til 2-0. Stutt undan leikloki minkaði Pape Mamadou Faye um munin til 2-1, men Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir hildu stand og vunnu trý týdningarmikil stig. Fylkir er bert eitt stig undir niðurflytingarstrikuni nú við 17 stigum. ÍBV er beint omanfyri við 18 stigum, og Víkingur Ólafsfjørður hevur 19 stig. 12 stig eru eftir at spæla um.

 

Mikukvøldið klokkan 18 verður føroyingauppgerð millum Fylkir og FH á Floridana leikvøllinum í Reykjavík, har FH fer at royna at taka eitt stórt fet ímóti íslendska meistaraheitinum, og Fylkir fer at stríðast fyri at koma uppum niðurflytingarstrikuna.

 

Støðan í pepsideildini :

 

1FH18      115   2       27:12   38
2Valur18 94539:2031
3Fjölnir1894535:2131
4Breiðablik1894523:1531
5ÍA1891826:2828
6Stjarnan1883733:2827
7KR1875621:1826
8Víkingur Reykjavík1873823:2824
9Víkingur Ólafsfjørður1854920:3119
10ÍBV18531016:2318
11Fylkir1845919:3017
12Þróttur Reykjavík18331215:4312