Gott bland í Tøting

Leygarkvøldið verða kortini blandaði heldur øðrvísið í Gøtu, tá føroyskt, útlendskt, roynt og óroynt fara á pall.

Leygarkvøldið verða kortini blandaði heldur øðrvísið í Gøtu, tá føroyskt, útlendskt, roynt og óroynt fara á pall.


Marius, Elinborg Pálsdóttir og ein donsk jazz trio verða á skránni á fjølbroytta kvøldinum í hugnaligu hølunum, ið Tøting plagdi at húsast í.

Elinborg hevur verið rættiliga fitt at hoyrt í føroyskum útvarpi, hon er ein singer/songwriter við einum greiðum poppljóði, og verður av nógvum mett, sum eitt nýtt og spennandi navn, ið vit koma at hoyra nógv til framyvir.


Lurta eftir Elingborg her

http://www.youtube.com/watch?v=D_6eYlwbQDY
Marius er millum okkara royndastu singer/songwriters, og hevur funnið sítt heilt egna ljóð. Hann er altíð ein garantur fyri eina framúr framførslu, sum tit eisini síggja omanfyri.

Umframt hetta nýggja og góða gamla, sleppa vit eisini at uppliva eina danska jazz trio.

Hálvi føroyingurin Torleik Mortensen, sum hevur búð í Danmark meginpartin av lívi sínum, er nýliga fluttur til Føroya.

Hann er lærari á Føroya Muskiskúla, og so spælur hann eisini við Føroya Symfoniorkestri. Í samband við tiltakið Vetrarjazz, sum fer av bakkastokki komandi viku, hava Torleik og 2 vinir hansara úr DK, manna eina jazz trio, ið skal luttaka á Vetrarjazzi.

Manningin í bólkinum er Martin Seier, klaver - Torleik Mortensen, kontrabass - Bjørn Heebøl, trummur.

Konsertin er í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 25. Jan. kl. 20.30.