Gott avrik, men einki stig

U15-landsliðið: Hóast nógvar málmøguleikar, so endaði triðji dysturin í Brøndby Cup við teprum ósigri ímóti FC Midtjylland, skrivar heimasíðan hjá FSF.

 

Føroyska U15-landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í Brøndby Cup í Danmark, spældi í gjár seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Mótstøðuliðið var FC Midtjylland. Hóast okkara dreingir spældu ein góðan dyst, og komu fram til fleiri vandamiklar málmøguleikar, ið áttu at havt givið mál - misnýttu millum annað brotsspark beint fyri steðgin - so endaði alt við teprum 1-0 sigri til FC Midtjylland.

 

Einsamalla málið hjá dønum kom eftir brotsspark tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, samstundis sum okkara dreingir spældu restina av dystinum við einum manni færri á vøllinum. Men hóast 10 ímóti 11, so trýsti føroyska liðið fyri at fáa útjavnandi málið, og tað var eisini nær við. Men málverjin hjá FC Midtjylland stóð væl, og tí endaði alt við tapi í triðja dystinum í Brøndby Cup.

 

Saman um tikið vísti føroyska liðið gott spæl, og skaptu nógvar málmøguleikar. Men tá avtornaði stóðu okkara dreingir eftir við ongum, skrivar FSF.fo.

 

Dysturin í tølum:

 

Føroyar U15 - FC Midtjylland 0-1 (0-0)

 

Leikstaður:

Brøndby, Danmark

 

Føroyar:

Karstin Hansen

Jóhan Waag Høgnesen

Bjarni Petersen

Hilmar Leon Jacobsen

Eyðstein Zachariassen

Janus Svabo Samuelsen

Jákup B. Andreassen (liðs.)

Adrian Justinussen

Petur Knudsen

Fannhard Skoradal

Jákup L. Thomsen

 

Inn/útskiftingar:

44. min. Tummas Martin Jacobsen >> Fannhard Skoradal <<

51. min. Jannik Olsen >> Adrian Justinussen <<

64. min. Pætur Petersen >> Petur Petersen <<

65. min. Rani Joensen >> Jákup B. Andreassen <<

 

Óbrúktir leikarar:

Rói Zachariassen

Daniel Johansen

Teit Jacobsen

 

Venjarar:

Eli Hentze og Hegga Samuelsen