Ikki færri enn 95 fólk yvir 65 ára aldur møttu upp, tá Vágs kommuna leygarmorgunin bjóðaði morgunmat í Framtíðini í Vági.
Hetta var ein liður undir nýggjum eldraátøkum og eldratilboðum í Vágs kommunu, sum fevna um eina breiða viftu av ymsum tættum.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fegnast um uppmøtingina leygarmorgunin, sum hann helt vera øgiliga góða.
Í samband við eldra átøkini- og tilboðini verður ein faldari borin í hvørt hús í Vágs kommunu, har greitt verður frá átøkunum og tilboðunum, umframt at kunnað verður um, hvussu tað ber til at vera við til.
Harumframt verður eisini gjørdur ein kalendari fyri hvønn ársfjórðing, so fólk eru kunnað um, nær átøkini og tilboðini eru, og eisini kalendarin verður borin í hvørt hús í kommununi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eina samrøðu við Dennis Holm.
Les eisini Gott og stuttligt at vera gamal í Vági









