PRÀT
À Vallarheiminum hjá Smyril Line hitta vit ein bólk av týskum áskoðarum. Teir komu við Norrønu mánamorgunin. Ørindini eru sjálvandi at síggja dystin, men teir nýta eisini høvi til at hyggja seg eitt sindur í kring, nú teir eru komnir langa vegin úr Týsklandi. Hetta er fyrstu ferð, at teir eru á ferð við týska landsliðnum.
Og Føroyar fáa góð orð frá hesum liðnum av viðhaldsfólkum.
-Great, fantastic, impressive, jú teir spara ikki við tí jaliga. Og teir leggja eina við, at hetta er nakað, teir veruliga meina - Matthias, Henning, Holger, Andreas og Christian
Fleiri teirra búgva tætt við Dusseldorf. Og yndis liðini í Týsklandi eru Kaiserslautern, FC KÖLN og onnur, sum vit satt at siga ikki kenna og heldur ikki dugdu at stava.
Fyri at koma higar og atgongumerki til dystin, hava teir verið noyddir til at grava einar sekshundrað evrur upp úr lummanum ? einari 4.500 danskar krónur.
Tað var heldur ikki heilt lætt at fáa atongumerki til vega. Fyrst royndu teir at ogna sær hesi umvegis týska Fótbóltssambandið, DFB, men hetta riggaði. Síðani fóru teir á alnetið og funnu nøkur atongumerki á e-bay, sum er ein heimasíða, har alt millum himmar og jørð verður selt og keypt.
Í roynd og veru eru teir í fleiri ferðaløgum, men hetta ger ikki so stóran mun, tí allir halda jú við sama liðið.
Á enskum siga teir okkum, at teir mettu millum fimmti og hundrað fótbóltsáskoðarar vera við Norrønu, tá teir komu.
Friðarligt
Og allir rokna hesir fimm við, at Týsklan. 4-0, 3-0 og sigur onkur eitt sindur minni, so vit ikki gerast fornermaðir.
Jú, teir rokna við at vinna dystin. Men hvat hendir, um Føroyar megna at skapa sensatiónina og spæla javnleika ella kanska vinna.
-Vit mugu vinna. Skulu vit klára okkum víðari, so skulu vit vinna her, sigur teir fimm. Teir rokna við, at týska liðið fær ein skarpan gang í fjølmiðlunum, vinna teir ikki stórt.
Men fyrst av øllum ynskja teir at síggja ein friðarligan og góðan.
-Tað er altíð onkur keðiligur áskoðari ímillum, men vit ynskja hesar har piparið grør og vilja bert hava tað stuttligt og ein friðarligan dyst.
Nakað skjótt eftir dystin fara hesir fimm til Billund, og harfrá víðari við bili, og so er bert at vóna, at teir hava fingið okkurt hendingarríkt við sær aftur til Týsklands.