Hetta vikuskiftið spæla Føroyar og Grønland tveir venjingarlandsdystir í manshondbólti.
Klokkan 20 leygarkvøldið spæla liðini í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 17 sunnudagin spæla liðini í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá landsdystunum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo.
Seinnapartin vóru føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen og grønlendski landsliðsvenjarin, Ingi Olsen gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í SportBoxini á FM1.
Báðir fegnast um avbjóðingina, tí bæði Føroyar og Grønland hava hart brúk fyri nøkrum venjingardystum. Báðir vænta tveir javnar dystir, og hava vón um, at teirra lið verður omaná.
Sonni Larsen hevur í góðari tíð kunngjørt, at hann fer at royna ymiskar liðuppstillingar í teimum báðum dystunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var á FM1 seinnapartin.










