- Vit kunnu bert gleðast um, at fleiri og fleiri vilja búseta her í Sørvági, sigur Jákup Suni.
Hesa seinastu tíðini hava tey í kommununi sæð gongdina, at fólk flyta vestur, men vilja framvegis varðveita arbeiðið sítt á øðrum støðum.
Hetta hevur aftur skapt tørv á enn fleiri grundøkjum. Ein útstykking er í løtuni í gerð, men henda nøktar als ikki tørvin.
- Vit mugu tí í holt við at stykkja út fyri enn fleiri grundøkjum. Hesi verða tøk fyrst í komandi ár, sigur ein væl nøgdur borgarstjóri.
Trívast
Fíggjarstøðan hjá kommununi er somuleiðis avbera góð. Roknskapurin fyri farna árið javnvigar við 80 mió. kr.
Roknskapurin vísir, at í fjør vórðu gjørdar fyri omanfyri 10 mió. kr. í íløgum, harav barnagarð
Positiva gongdin hjá kommununi heldur fram í ár. Staðfestast kann nevniliga, at skattainntøkan heldur fram at hækka.
Nógv virksemi er eisini í kommununi. Ein nýggjur barnagarður verður liðugur í august mánaði, eitt nýtt reinsiverk verður liðugt um stutta tíð, eins og aðrar ætlanir eru í gerð beint nú.
- Hetta eigur alt at gera sítt til at kommunan veksur og at fólk fara at trívast her, sigur Jákup Suni.