Klaksvíkar Sleipistøð hevði 2,6 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað vísir roknskapurin hjá felagnum. Skatturin av úrslitinum er 631.000 krónur, so úrslitið fyri skatt var 3,2 milliónir krónur.
Tað er annað árið á rað, at Klaksvíkar Sleipistøð hevur milliónir í yvirskoti. Í 2012 var úrslitið 3,2 milliónir krónur. Árini frammanundan hava verið slakari. Í 2011 var yvirskotið 244.000 krónur, í 2010 var eitt lítið hall upp á 268.000 krónur og í 2009 var yvirskot upp á góða hálva millión.
Klaksvíkar Sleipistøð rindaði 13,4 milliónir krónur í lønum í fjør. Tað er nakað tað sama, sum árið fyri, men munandi meira enn árini frammanundan, tá lønarparturin hevur verið millum fimm og átta milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá Klaksvíkar Sleipistøð er nú góðar sjey milliónir krónur. Langfreistaða skuldin er 2,8 milliónir krónur. Klaksvíkar Sleipistøð rindaði í fjør 625.000 krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.
Stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð er Frimodt Rasmussen
Nevndarformaður er Símun Pauli Halldórsson. Nevndarlimir eru Grímur Rasmussen og Ólavur Hansen.
Tað eru feløgini Kenit Sp/f og LGS Sp/f, sum eiga P/F Klaksvíkar Sleipistøð.