2014 hevur verið eitt stak gott ár hjá føroyskari svimjing. Heili 43 met eru sett, harav eitt er eitt norðurlendskt met. Harumframt vóru 15 føroyskt met sett og 27 juniormet.
Føroyskir svimjarar hava eisini luttikið á kappingum uttanlands, og eisini har hevur eydnast væl. Sambært eini gjøgnumgongd av ársyvirlitinum vunnu føroyingar 51 heiðursmerkji uttanlands, harav 20 eru gull, 20 silvur og 11 bronsumerki.
Størsta avrikið av øllum er uttan tað hjá Páli Joensen, ið vann tvey silvurheiðursmerki í EM. Pál Joensen vann eisini sítt FM-heitið nummar 100 á FM-stevnuni í ár.
Eisini skal nevnast at eldru svimjararnir smæðast ikki burtur í altjóða kapping heldur. HS Masters vóru í kapping í Íslandi og komu aftur við 15 gull, 7 silvur og 13 bronsuheiðursmerkjum.
Svimjararnir, sum eru vorðnir partur av met- og heiðursmerkjahagtølunum eru hesir:
Pál Joensen, 1 norðurlendskt met, 1 føroyskt met, 12 gull, 6 silvur, 1 bronsa.
Emma Festirstein Nystrøm, 6 føroysk met.
Ásbjørg Hjelm, 3 føroyskt met, 4 juniormet.
Óli Mortensen, 1 føroyskt met, 11 juniormet, 3 gull, 1 bronsa.
SSF gentur, 1 føroyskt met, 3 juniormet.
Cecilia Eysturdal, 1 føroyskt met, 2 gull, 2 silvur.
SuSvim harrar, 1 føroyskt met.
Astrið Foldarskarð, 1 føroyskt met.
Signhild Joensen, 3 juniormet.
Alvi Hjelm, 2 juniormet, 4 silvur, 2 bronsu.
Eyðbjørn Joensen, 1 juniormet.
Ægir gentur, 1 juniormet.
HS dreingir, 1 juniormet.
Victoria W. Eysturdal, 1 juniormet.
Vár Eidesgaard, 2 gull, 1 bronsa.
Krista Mørkøre, 1 gull, 2 silvur, 2 bronsa.
Jana Thomsen, 1 silvur, 1 bronsa.
Hugin Næs Lave, 2 silvur.
Maria Antoft, 2 silvur.
Markus Joensen silvur, bronsa.
Marius Ihlen Gardshodn, 1 bronsa.
Lív Eidesgaard, 1 bronsa.










