Símun P. Jacobsen, formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, vígdi víðkaðu karmarnar.
– Tað var ein ein góð og kensluborin løta. Vit hava arbeitt í nógv ár við hesum, og tað hevur gingið upp og niður. Tí er tað stórt, at hetta nú er veruleiki, sigur Símun við trubodin.fo.
##med2##
Hann vísir á, at tað er stórt, tá ið hugsað verður um møguleikarnar hjá børnum og ungum at vera á legu og njóta góðu karmarnar.
– Vit eru eisini takksom fyri øll tey, ið hava stuðlað og gjørt tað møguligt at byggja hendan bygningin, sigur Símun.
Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina er um 32 milliónir krónur.
##med3##
Sera góðar umstøður til legur
Erla Mortensen, samskipara fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, gleðist eisini um nýggju karmarnar.
– Her eru sera góðir møguleikar til innandura tiltøk bæði til summarlegur og til onnur tiltøk. Bæði til møtir, bíbliutímar, spæl og annað virksemi. Og so er eisini sera gott ljóð inni í høllini, sigur Erla við trubodin.fo.
Ljóðviðurskiftini vórðu roynd á vígsludegnum, tá ið bæði kór og einstaklingar sungu. Taborkórið, The Gadders, Jan Jacobsen, Jórun Pólsdóttir, Magni Christiansen og VSJ sungu og framførdu. Sjálvandi var eisini nógvur felagssangur.
##med4##
##med5##
Stórur felagssunnudagsskúli
Seinnapartin í dag verður aftur stórt tiltak í Nesvík, tá ið tað verður felagssunnudagsskúli fyri allar sunnudagsskúlarnar í landinum.
Umboð fyri altjóða kristiligu sjónvarpsrásina SAT-7, vitja. Hetta er í sambandi við, at Rita Elmounayer, komandi stjóri hjá SAT-7, vitjar í Føroyum. Við henni á ferðini verður Kurt Johansen, aðalskrivari hjá SAT-7 í Europa og Asia.
Føroysk sunnudagsskúlabørn hava í fleiri ár stuðlað kristiligu sjónvarpsrásini SAT-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn í øllum Miðeystri og Norðurafrika. Flestu sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hava bússur standandi, har børn og foreldur kunnu lata eitt oyra til SAT-7, og árliga verða um 100.000 krónur sendar til SAT-7. Annar stuðul, og Føroya Landsstýri hevur eisini latið menningarhjálp til Sat-7.
Stuðul til skúlaverkætlanir
Føroyski stuðulin fer serliga til skúlaverkætlanina hjá SAT-7. Orsakað av krígnum í Sýria eru um 5.000 skúlar stongdir, og um 13 milliónir børn fáa onga skúlagongd. Hetta hevur fingið SAT-7 at seta á stovn skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp, tí flestu børnini hava atgongd til ein sjónvarpsskíggja, eisini í flóttafólkalegum. Smærru børnini fáa frálæru í arabiskum, enskum og støddfrøði, og størri børn hava harumframt aðrar lærugreinar.
Stórt barnakór
Stórt barnakór, sett saman av fleiri føroyskum barnakórum, fer at syngja ein turkiskan barnasang á felagssunnudagsskúlanum.
Eisini verður ein smátta sett upp, sum skal minna um umstøðurnar hjá børnum í flóttafólkalegum í Sýria.
Myndir: trubodin.fo
##med6##
##med7##
##med8##