Hjaltur Poulsen, skipari á frystilínuskipinum Ågot, sum loysti í Klaksvík 2. jólakvøld og setti kós móti Flemish Kap, sigur, at teir væntandi verða frammi í morgin.
- Vit hava verið ógvuliga hepnir við veðrinum, og vit hava havt eina góða ferð vestur um hav. Gongst, sum vit ætla, seta vit fyrstu ferð á Flemish Kap í morgin.
Viðhefta mynd er tikin av ungum monnum umborð á Ågot. Lagið er gott, og teir hava allir "skinnað" sær hárið. Nýggjársaftan hildu teir jólaaftan og fingu jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum.
- Jú, lagið umborð er gott, og vit eru spentir eftir at leggja til brots. Nú er bert eftir at vóna, at fiskiskapurin eisini fer at roynast, sigur skiparin, Hjaltur Poulsen.