Fiskivinna
Mánadagin landaðu trý línuskip í Klaksvík. Tey hava øll roynt undir Føroyum og hava havt hampiliga góðan fiskiskap.
Kvik hevði 100.000 pund, Klakkur 112.000 og Ågot, sum hevði besta túrin av hesum trimum, hevði góð 130.000 pund.
Mánadagin landaðu eisini partrolararnir Safir og Smaragd í Klaksvík. Teir høvdu umleið 90.000 pund av upsa tilsamans.
Hitt parið, sum eisini landar til Kósina - Nónhamar og Fjalshamar - hevur ligið seinastu vikuna, tí trupulleikar hava verið við leka í sambandi við aksilin.
Sum skilst, verða Nónhamar og Fjalshamar væntandi klárir at loysa aftur fyrsta dagin.