Roskilde Gospel Singers er í hesum døgum á ferð í Føroyum Leygardagin kl. 16.30 fer kórið at syngja í Gøtu kirkju. Gøtu kirkja hevur valt at skipa løtuna sum eina musikkandakt, har skift verður millum gospel tónleik, upplesingar, har ung luttaka. Tað verður felagssangur og urguspæl.
Við á Føroyaferðini hjá Roskilde Gospelsingers eru umleið 60 sangarar.










