Gospelfestivalurin avlýstur

Vantandi undirtøka gjørdi enda á fyrstu royndini at skipa fyri Suðuroyar Gospelfestivali, men vónirnar eru ikki brostnar, og lagt verður aftur til brots næsta ár

Talan var um eitt rættuliga stórt tiltak í allar mátar, tá Suðuroyar Gospelfestivalur skuldi fara av bakkastokki um vikuskiftið. Danskir tónleikarar skuldu leika undir, tá fólk úr øllum landinum ætlandi savnaðust at syngja gospel, men so bleiv ikki.
Tað er Jens Knudsen, tónleikalærari og stigtakari til Suðuroyar Gospelkór, ið skipar fyri.Men nú er festivalurin avlýstur vegna vantandi undirtøku.
Bert 27 teknaðu seg til, tey flestu úr Suðuroynni, sigur Jens Knudsen. Men hann leggur afturat, at vónirnar liva enn, hóast hetta bakkast, og næsta verður aftur ein roynd gjørd at skipa fyri gospelfestivali. Ein heimasíða er ávegis og áhuga kunnu leita sær inn á www.sgf@.fo