Gosøska hóttir aftur føroyskt loftrúm

Naviair, ið umsitir føroyska loftrúmið, hevur í kvøld boðað frá, at gosøska er við at miðsavna seg yvir Føroyum, og avmarkingar eru settar í verk. Naviair hevur í kvøld boðað frá, at líkindir eru til, at miðsavnan av gosøsku við Føroyar kann hava við sær, at føroyskt loftrúm verður stongt.

Fyribils eru avmarkingar settar í verk. Vága Floghavn skrivar soleiðis um boðini frá Naviair:

- Miðsavningin av gosøsku við Føroyar verður mett at vera á einum lágum støði. Hetta merkir, at flúgvast kann í føroyskum luftrúmi treytað av, at flogfeløgini hava góðkenning frá Statens Luftfartsvæsen og fylgja teimum nýggju leiðreglunum. Statens Luftfartsvæsen hevur áður góðkent nýggjar leiðreglur fyri flúgving í gosøsku í minni miðsavning. Tær nýggju leiðreglurnar komu í gildi 22. apríl 2010 kl 07:00.

- Statens Luftfartsvæsen og Naviair hava sett í verk eina serliga skipan í nátt til tess at fáa tíð til at meta nærri um støðuna. Mett verður um støðuna í nátt - og somuleiðis heilt tíðliga á morgni í morgin. Síðani verður fráboðan um luftrúmið yvir Føroyum send út.