Gordrúgvin hevur brúkiligan útróður

Á middegi í dag kom Gordrúgvin aftur av útróðri. Teir høvdu verið norðan fyri við 36 stampum og høvdu 4.500 pund.

Á middegi í dag kom glastrevjabáturin Gordrúgvin aftur av útróðri. Teir høvdu verið norðan fyri við 36 stampum og høvdu 4.500 pund. Veiðan var helvt um helvt, toskur og hýsa.

 

- Hetta er ein brúkiligur túrur, men stamparnir eru langir. So, fiskiskapurin er heldur smáligur enn, sigur Sámal Debes á Oyri, sum eigur og rekur bátin.

 

Seinastu 10 árini hevur bróðurin Heðin róð út saman við honum. 

 

Í dag hevur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, vitjað umborð á Gordrúgvanum á Oyri.

 

- Í heyst hevur fiskiskapurin verið smáligur. Seinastu tveir túrarnir hava tó verið brúkiligir, og vit hava fingið stívliga 100 pund á stampin. Fiskurin er góður og feitur.

 

Sámal Debes sigur við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at teir landa fiskin á Eiði, men hava skúr á Oyrarbakka, har línan verður rikin um.

 

- Í skúrinum eru millum fýra og átta eldri menn. Teir eru raskir og trívast væl í skúrinum, sigur raski útróðrarmaðurin á Oyri.