Seinastu árini hevur Microsoft annars ligið ovast á listanum, men nú er Google lopið fram um øll hini kendu merkini. Listin hjá Superbrands verður gjørdur við atliti til góðsku, trúvirði og útbreiðslu millum fólk. Microsoft er nú nummar 2, og BBC er á triðja plássi.









