Goodiepal: ?Alternativ intelligens?-legendan aftur í Føroyum

Goodiepal er ein radikalur listamaður, sum arbeiðir innan tónleik, ljóð og modernaða media-list. Hann er ein tann mest viðurkendi danski elektroniski tónleikarin, sum altíð roynir at hyggja framm í tíðina á sínum øki. Í annaðkvøld kl. 19.00 hevur hann fyrilestur í Sirkus

 

Goodiepal byrjaði sum blaðungur við at komponera á einari commodore 64 teldu, og upp ígjøgnum karrieruna hevur hann allatíðina arbeitt við teldum og alternativum ljóðførum. Hann hevur m.a. gjørt løg til svenska poppbólkin Ace of Base, ringitónar til telefonfyritøkuna Nokia og lagið til donsku sjónvarpssendingina ?Den 11. time?.

 

Where will the music go in the world of robots?

Fyrstu ferð, Goodiepal framførdi í Føroyum, var í Køstinum á G! í 2005, tá hann hevði eina konsert við ljóðførum, sum vóru sett saman av óruddi. Hetta var millum annað ein íblástur til ORKA verkætlanina hjá Jens L. Thomsen.

 

Í 2008 hevði Goodiepal eitt skeið í Norðurlandahúsinum, ?Mort aux vaches Ekstra?. Nú kemur hann aftur á klettarnar við fyrilestrinum RADICAL COMPUTER MUSIC, har hann roynir at hyggja út í framtíðina og ímyndar sær tónleik í einum heimi, sum stendur av menniskjum og robottum.

 

Leinkjur frá skeiðinum ?Mort aux vaches Ekstra? í 2008:

www.groveloejer.dk/detspekulativeoere/2009/01/radikal_computermusik_goodiepa.html

www.portal.fo

 

Kelda: tíðindaskriv