Gonguteigur í Íslandi vekir ans

Ein 3D gonguteigur í Ísafirði vekir ans úti í heimi.

Í Ísafiri í Íslandi hava tey veruliga gjørt nakað við trupulleikan, at bilar ikki altíð steðga ella seta ferðina niður við gonguteigar.

 

 

Ein 3D gonguteigur skal ætlandi fáa bilførarar at halda, at teir eru við at koyra á okkurt, so teir rakna við, og seta ferðina niður ella steðga.

 

 

Tað tykist, sum sveima hvítu strikurnar á gonguteiginum yvir vegnum.

 

 

Útlendskir miðlar hava gjørt buturúr hesum.

 

 

Íslendsku myndugleikarnir hava góðkent hesa ætlanina fyri stuttum. Gautur Ívar Halldórsson er maðurin aftanfyri 3D gonguteigin, og sambært BT hevur hann hugskotið úr New Delhi, har slíkt ikki er óvanligt.

 

 

Villleiingin heldur bert á í nøkur sekund, og riggar bert úr ávísum sjónarhorni, sambært Halldórsson.