Gongutúrur niðan á Malinsfjall

Eysturoyar Kunningarstova skipar sunnudagin 22. juni fyri gongutúri niðan á Malinsfjall á Viðoynni.
Farið verður av Leirvík klokkan 11 um morgunin, og frá Klaksvík verður bussur til Viðareiði.
Frásøgumaður á túrinum verður Eljón Simonsen. Túrurin er miðaltungur at ganga.
Til ber at melda seg til á Kunningarstovunum í Eysturoynni á telefon 449 449, 444 860 og 211 449.