Gongutúr eftir Konradsbrekku

Leygardagin 12. apríl klokkan 15 skipar Felagið Tórshavn fyri spákingartúri

Klokkan 15 leygardagin byrjar ein spákingartúrur niðri við Smiðjuna í lítluvík, ella har Konradsbrekka og Bøgøta koma saman. SPákað verður niðan eftir KOnradsbrekku og síðan niðan eftir Dalavegnum niðan til Hyrdan og Brynjer.
Felagið Tórshavn, sum skipar fyri túrinum, roknar við einum hóapi av fólki. Í skrivi siga tey, at ein ótrúligur skari av fólki hava gingið, runnið, súkklað og skreitt í Konradsbrekku ella keypt okkurt í kioskini já Eiler.
? Ikki fá hava hingið í rekkverkinum. Summi skuldu oman í býin ella Vágsbotn, og onnur skuldu oman til Bakaríið hjá Gunnar í Horni. Men tú gekk eisini henda vegin út á Skálatrøð, Skipasmiðjuna, Fabrikkina ella longur út. Ein hópur fór oman og niðan eftir Dalavegnum, og longu áðrenn 1800 fóru líkfylgini niðan eftir Konradsbrekku og Dalavegnum, sigur Felagið Tórshavn í tíðindaskrivi.
Á túrinum fara eldri sum yngri at hittast at minnast bestu løturnar í Konradsbrekku og á Dalavegnum, og roknað verður við, at fleiri foreldur, abbar og ommur fara at siga børnum og barnabørnum frá, hvar tey búðu og spældu.