Gongur væl við langhylinum

Ferð er á arbeiðinum við at stoypa langhylin í Vági.

Ferð er á stoypiarbeiðinum  í nýggja langhylinum í Vági.

 

Heildarmyndin av Vágsbygd er við at fáa annan dám, tí á Oyrunum er stórur bygningur, ið sæst í landslagnum.

 

Talan er um nýggja langhylin, ið veruliga byrjar at síggjast aftur í bygdamyndini.

Á Oyrunum í Vági eru allir berandi útveggir ætlandi stoyptir um 3 vikur, og so verður farið undir at leggja tak á langhylin og vælverudepilin.

 

Á myndini sæst omanyvir nýggja bygningin. Myndamaður tók myndina í dag i Vági.