Tá ein áleypari ikki skorar fleiri dystir á rað, so gerst spælitíðin ofta minni.
John Frederiksen hevur nú ikki skorað í 13 dystum fyri Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Í kvøld fekk John Frederiksen bert seks minuttir á vøllinum tá Amstetten vann 3-0 á Grazer á útivølli. Tá John Frederiksen kom á vøllin var støðan 3-0 til Amstetten.
Amstetten er nú triðfremst í deildini við 27 stigum fyri 14 dystir. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Lustenau. Tað er bert nummar eitt í deildini, ið flytur beinleiðis upp í bestu deildina.
Amstetten hevur vunnið fimm dystir á rað í næstbestu deildini uttan at lata nakað mál inn í hesum fimm dystunum. Amstetten hevur skotið 16 mál í hesum fimm dystunum.
19. november spælir Amstetten á heimavølli móti eykaliðnum hjá Rapid Wien.