Gongur væl at læra føroyskt

- Tey hava tikið stak væl í móti tilboðnum, og hava avgjørt ment sínar málsligu førleikar, sigur undirvísari.

 

- Tey hava tikið stak væl í móti tilboðnum, og hava avgjørt ment sínar málsligu førleikar og vitan um Føroyska samfelagið, sigur Bergljót av Skarði.

 

Í heyst varð nýtt skeið í føroyskum máli og viðurskiftum bjóðað fólki, ið ikki hava føroyskt sum teirra fyrsta mál. 54 umsóknir vórðu til einans 20 pláss, so áhugin er sum vera man ógvuliga stórur. Skeiðið fyri tey 20, sum hava 12 ymiskar tjóðskapir, er nú hálvliðið, og undirvísarin, Bergljót av Skarði, letur væl at, hóast trupult hevur verið at lofta øllum næmingunum á teirra støði.

 

- Støði er rættiliga ójavnt, og tað ger tað ógvuliga trupult at skipa eina felags undirvísing. Summir av næmingunum hava verið í Føroyum í longri tíð meðan onnur er júst komin. Tað upplagda hevði verið, at sett á stovn undirvísngarskeið á ymsum torleikastigum, sigur hon.

 

Stóri fjølmiðlaáhugin fyri viðurskiftunum hjá útlendingum í Føroyum kyknaði av álvara, tá ið løgmaður umrøddi flóttafólk í síni nýggjársrøðu. Kjakið flutti seg frá flóttafólki, til at viðgera útlendingaøki sum heild, og fleiri av útlendingunum í Føroyum hava nevniliga saknað møguleikarnar fyri at læra føroyska málið. Bergljót av Skarði førir fram, at sambært ST lóggávu, so er tað ikki bert tað føroyska málið, ið skal styrkjast.

 

- Eitt annað, sum liggur á láni í Føroyum, er, at tey útlendsku børnini í Føroyum hava í grundini rætt til móðirmálsundirvísing sambært ST sáttmála – í verandi støðu finna vit ikki hetta tilboðið í Føroyum, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna í fullari longd.