Gongur væl við nýggja røktarheiminum í Klaksvík

Elsebeth Mercedis, Býráðslimur
.....
Byggingin av Røktarheiminum í Klaksvík gongur væl og nú líður so mikið væl, at fyrstu búfólkini eftir ætlan skulu flyta inn í september 2013. 
Í hesum døgum er eitt stórt tal av handverkarum í gongd, inni og uttanfyri nýggja røktarheimið.  Arbeitt verður við at leggja síðstu hond á liðugtgerðina av nýggja røktarheiminum. Hugaligt at fylgja við og síggja  broytingar   hvønn dag.
Upptøkunevndin fyri Norðurøkið hevði fund mikudagin 3. Juli 2013.  Har bleiv avgjørt , hvør fær íbúð á nýggja Røktarheiminum .  Brøv verða  send út fyrsta dagin til tey, sum eru upptikin til at  fáa egna íbúð.
Lýst verður eftir deildarleiðara og starvsfólki  ein av fyrstu døgunum. 

Slóðbrótandi verkætlan
Nýggja Røktarheimið í Klaksvík er slóðbrótandi verkætlan í Føroyum, við tað at vit valdu,  at Røktarheimið skuldi hava íbúðir framum kømur.
Hvør íbúð er umleið 34 kvadradmetur stór.  Tær eru  innrættaðar við tekøki, wc og uppilhaldsrúmi.  Hetta gevur størri  møguleika hjá teimum eldru at føla seg heima .  Eisini føla tey  tað meira sum sítt egna heim, enn um t.d. tey bert høvdu eitt kamar.
Tey hava møguleika at gera sær ein drekkamunn saman við vitjandi og fáa soleiðis eitt størri privatlív. Eisini skuldi hetta givið avvarðandi størri hug at vitja tey eldru  á heiminum.  Tað verður meir heimligt og tey fáa í størri mun sítt egna umhvørvi aftur.
Sjálvandi er møguleiki  eisini at seta seg í stóra uppihaldsrúmið saman við øðrum, um tey heldur hava hug til tað.
Vit kunnu  siga, at hetta er ein framsíggin bygging.  Síggi  fyri mær, at okkara eldru  blíva betri og betri fyri, tí vit við tíðini blíva meir og meir tilvitandi um okkara heilsu. Tað verður gjørt eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði,  so tey eldru gerast  meir virkin og frísk og klára seg tí betri.
Tað verður ofta sagt, at okkara eldru skulu verða sum longst í egnum heimi. Røktarheimsíbúðirnar kunnu  kanska metast sum ein alternativur máti at liva upp til hetta. Nevniliga  at flyta teirra heim inn í eina íbúð á røktarheiminum. Her kunnu tey endurskapa sítt heimliga umhvørvi  og fáa sítt privatlív.  Samstundis kunnu tey fáa hjálp beinanvegin á staðnum,  til tað tey ikki eru før fyri sjálvi. Tað blívur sjálvandi ongantíð júst,  sum tað var í heiminum  frammanundan,  men viðhvørt er neyðugt við  broytingum/tillagingum,  og her eru røktarheimsíbúðirnar eitt gott boð. 

Framtíðin
Sjálv síggi eg fyri mær, at vit kundu útbygt hetta við eldraíbúðum við tilknýttum starvsfólki enn meira.  Her kundu  búð eldri, sum í størstan mun kláraðu seg sjálvi, men sum høvdu tørv á smávegis hjálp til ymiskt, sum tey ikki megnaðu.  Hetta hevði gjørt arbeiði hjá nærverkinum effektivari við minni  transporttíð, skjótari og effektivari  matútberan, lættari uppsýn, sjúkravitjan  o.a.. Hetta hevði eisini givið teim eldru størri møguleika at komi saman til hugna og bara tosa við hvønn annan, við tað at tey búðu  hurð um hurð.  Eisini hevði hetta givið effektivari møguleikar fyri ergo- og fysioterapi o.ø. og øðrum stimbrandi. Eisini hevði tryggleikin hjá teim eldru verið størri, við tað at tey kundu tilkallað hjálp frá starvsfólki, sum var á staðnum. 
Tørvurin á  eldraíbúðum er stórur, tí til sambýlið undir Kráarbrekku í Klaksvík standa 85 fólk, sum eru 60 ár og eldri,  á lista til at fáa íbúð.  

Møguleikar
Røktarheimið gevur nógvar aðrar møguleikar sum t.d  ítrív, fysioterapi, ergoterapi, hárfríðkan, dagtilhald o.a. um tørvur verður á hesum.
Umhvørvið við  Røktarheimið  er sera vinaligt og lætt atkomiligt. Tað er staðsett við sjógvin við 1. flokks útsýni og mitt í býnum har lív er í. Klaksvíkar Sjúkrahús er sum kunnugt beint við og er tað sjálvsagt  eisini ein stórur fyrimunur. 
Gøta  verður gjørd framvið sjónum, og gevur hetta møguleika til spákingartúr runt um røktarheimið , um ein hevur hug til tað.
Grønt øki verður gjørt á “sólsíðuni” vestanfyri Røktarheimið. Her kunnu  búfólkini  sita úti í góðum veðri. Eisini verða   4 yvirdekkaði hátún/terassir  á bygninginum,  har tey eldru kunnu sita, alt eftir, hvør ætt er.

Staðsetingin av 
røktarheiminum
Nøkur hava spurt,  hví nýggja røktarheimið endiliga skal liggja júst her. Eg veit ikki hví tey seta spurnartekin við tað. Um tað er grótkastið og fjøran har, sum tey eru hørm um, ella møguleikin at drepa grind minnkar ?   Vit kunnu tó øll skjótt  vera samd um, at grótkastið og umhvørvið niðanfyri gamla vøruhúsið ongantíð hevur verið nakað prýði fyri býin og ongin grind er dripin á grótkastinum har. Tað hevur ongantíð í míni tíð  verið vakurt  har, men  nú verður alt gjørt hugnaligt,  vakurt og liðugt.  Í míni verð hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at okkara eldru skulu hava best møguligu karmarnir. Tey  skulu ikki koyrast útum bøgarðarnar, ella leggjast til síðis.  Tey skulu vera har,  sum tað er lív í og ímillum okkum. 
Staðsetingin av nýggja røktarheiminum lá eisini frammi til almenna hoyring, so fólk kundu gera viðmerkingar og mótsiga ætlanini, men ongin segði nakað.  Ein útlendskur arkitektur í dómsnevndini til miðbýarætlanina helt enntá, at staðsetingin av nýggja røktarheiminum var fantastisk . Hon metti,  at býráðið hevði gjørt  tað rætta við at leggja røktarheimið júst har tað liggur í dag.   
Ynski at nýggja røktarheimið verður til gleði og gagn fyri okkara núverandi og komandi eldru. Ynski eisini at nýggja røktarheimið verður funktionelt og eitt gott arbeiðspláss við góðum trivnaði hjá øllum teimum, sum koma at starvast har.