Havnamaðurin Christian Restorff Mouritsen hevur seinastu vikurnar roynt seg á eykaliðnum hjá Manchester City. Herfyri fekk Christian ein yrkissáttmála við Manchester City, og tað gongur støðugt fram á hjá honum í felagnum. Christian hevur nú fingið nógva spælitíð á eykaliðnum hjá Manchester City, og eisini har hevur hann staðið seg væl.