Gongur væl hjá Atlantic Navigator

Komandi sunnudag ella mánadagin kemur Atlantic Navigator til Klaksvíkar at landa Norðlýsið skrivaði í gjár á heimasíðu sínari, at skipið í løtuni roynir onkustaðnis millum Rockall og Føroyar, og at fiskiskapurin hevur verið nøktandi. Blaðið skrivar, at Atlantic Navigator hevði umleið 1.100 tons av surimi inni og eini 400 tons av mjøli.