Tað er sera stórur áhugi at koma á ársins Summarfestival, og nú eru færri enn 1000 vikuskiftispass eftir í forsølu til velduga tónleikabrakið í Klaksvík, sum byrjar hósdagin. Fyrireikararnir av Summar Festivalinum gera greitt, at tað verða í mesta lagi 7000 vikuskiftispass seld til ársins festival. Afturat hesum kemur ein tilpassað nøgd av dagsbillettum og vikuskiftispassini til børn.
Fyri at sleppa á Summarfestival skalt tú hava armband, og hesi eru avmarkað í tali. Hetta verður gjørt av trygdarávum, og fyri at øll tey, sum koma á festivalin, skulu fáa eina góða uppliving.
Forsølan til ársins Summar Festivalin hevur gingið framúr væl, og framvegis ganga atgongumerkini sum heitt breyð.
- Vit hava nógv gott at bjóða, men Westlife er sjálvsagt stóra navnið á festivalinum, og teir hava drigið nógv fólk. Helst skulu vit aftur til stóra kvøldið við Scorpions í 2007 fyri at uppliva líknandi sølu og áhuga at koma á Summarfestival.
Silvalandið og Fótbóltslandið hjá Toda Jónson draga eisini hópin av børnum á festivalin, men tað verða næstu dagarnir, sum fara at vísa, um tað verða pláss fyri øllum gestunum allar dagarnar. Í hvønn mun dagsbillettir verða at fáa, velst um søluna av vikuskiftispassum, sum framvegis fáast í Telebúðum og á sf.fo