Skipið, sum partafelagið Vinnan í Gøtu letur byggja í Póllandi, kemur til Danmarkar í summar Nýggja skipið er góðar 81 metrar langt og smáar 17 metrar breitt. Tað lastar um 2.700 tons og tekur góðar 900 kubikmetrar av olju.
Skrokkurin verður gjørdur í Pólllandi. Í summar kemur hann til Skagen, har skipið skal gerast liðugt, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.
Nýggja skipið hjá gøtumonnum kostar góðar 230 milliónir, so talan er sjálvandi talan um eina øgiliga stóra verkætlan, skrivar reiðaríið og leggur afturat, at tað vil so eisini siga, at skipið skal fiska rættiliga nógv fyri at fáa verkætlanina at hanga saman.