Gongur striltið við telvingini

Í dag var remis millum føroysku favorittarnar og Yemen

Tað gongst ikki meiri enn passaligt hjá føroysku telvarunum í Tromsø. Í dag vóru Føroyar favorittar ímóti Yemen, men tað endaði 2-2.

Helgi Dam Ziska stóð seg so sera væl nógvu tey fyrstu umførini, men í dag tapti hann ímóti Basheer Al Qudaimi, sum hevur 2396 í styrkistalið. Tað var óvæntað, tí styrkistalið hjá Helga er 2507. Olaf Berg tapti eisini, hóast styrkistalið hjá honum er hægri enn hjá mótstøðumanninum.

Teimum báðu føroysku sigrunum syrgdu John Rødgaard og John Arni Nilssen fyri.

Føroyar eru nú nummar 79. Tað er eitt sindur undir styrkismetingini, sum er nummar 73.

Í morgin skulu Føroyar telva ímóti Guatemala, sum er styrkismett sum nummar 93. Eftir átta umfør er Guatemala á 99. plássi.