Gongur striltið við tí danska

Marie Cavallier dugir ikki so væl sum fyrrverandi konan hjá Joachim prinsi

Fyrrverandi konan hjá danska Joachim prinsi, Alexandra Manley, dugdi flótandi danskt, hóast hon var ættað úr Hong Kong. Soleiðis er tó ikki við nýggju kvinnuni hjá danska prinsinum – fronsku Marie Cavallier. Joachim og Marie skulu giftast í næstum, og tey sum hildu, at komandi danska prinsessan av álvara var komin á lagið við tí danska fara skeiv, skrivar Se og Hør.

- Eg má viðganga, at tað gongur spakuliga framá. Eg fái bert seks tímar av frálæru í donskum um mánaðin, sigur Marie Cavallier við eitt franskt blað.

Franska kvinnan heldur, at danska málið er eitt trupult mál at læra.

Joachim prinsur og Marie Cavallier skulu giftast 24. Mai.