Gongur rætta vegin í búskapinum

Tað gongur spakuliga framá í føroyska samfelagsbúskapinum. Tað siga vinna og brúkarar í nýggjastu konjunkturkanningini í føroyska konjunkturbarometrinum Samlaða vísitalið er 8 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í farna mánaði, og er hetta fyrstu ferð í meira enn tvey ár, at vísitalið, tað sokallaða treystitalið, er positivt. Samlaða vísitalið var heilt niðri á -29 í januar 2009.

Tað er serliga í tilfeingisvinnuni og handilsvinnuni, at hýrurin er jaligur. Stórur vøkstur er í bíleggingunum í tilfeingisvinnuni, sum umboðar fiskivinnuna og størsta partin av føroyska útflutningsvirðinum.

Sama er galdandi fyri heimligu handilsvinnuna. Har verður roknað við, at vøksturin í søluni fer at halda fram komandi 12 mánaðirnar.

Hóast hýrurin í tænastuvinnuni var eitt sindur betri fyri hálvum ári síðan, so er hann framvegis jaligur. Eftirspurningurin í tænastuvinnuni fer tó væntandi at minka nakað komandi tíðina.

Hýrurin í byggivinnuni og millum føroyska brúkaran er framvegis eitt sindur neiligur, men her gongur rætta vegin. Byggivinnan var serstakliga svartskygd í januar 2009, tá ið vísitalið í byggivinnuni var heilt niðri á minus 80. Í nýggjastu konjunkturkanningini var vísitalið hjá byggivinnuni komi heilt upp á minus 5.

Nakað tað sama ger seg galdandi hjá føroyska brúkaranum. Nakað tað sama ger seg galdandi hjá føroyska brúkaranum. Her er vísitalið fari úr minus 29 í juni 2008 upp á minus 3 í juni í ár.

Samanumtikið kann sigast um úrslitið av nýggjastu konjunkturkanningini, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í føroyska samfelagsbúskapinum fer at økjast komandi árið.